Tíðindi og lýsingar Komandi dagar

Samkomulega 2011

Samkomulega hjá Lívdini verður á Zarepta vikuskiftið 11.- 13. mars 2011.

Heitið á leguni er "Gud hin Heilagi".

Kostnaðurin fyri leguna er:
- Vaksin kr. 400,-
- Hjún kr. 800,-
- Børn (2-14 ár) kr. 150,-
- Ung (15-17 ár) kr. 300,-

Tilmeldingin fer fram her.

 

TOS framførdi í Lívdini, 13. februar 2011

Nýggjar myndir frá, tá TOS framførdi í Lívdini, 13. februar 2011

 

Jógvan vart doktaraheitið við Dallas Theological Seminary

Hósdagin 10. februar vardi Jógvan Zachariassen doktararitgerð sína við Dallas Theological Seminary í USA.

Ritgerðin ber heitið: "Theology of Music". Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og trúarlív í síni egnu mentan.

Vegleiðarar hjá Jógvani vóru Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir.

Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum, verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum.

Vit ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við avrikinum.

 

Reach

Conference Schedule, North Cotes – April 1-3, 2010.

Les faldaran her (pdf 539KB)

 

Nú hevur Lívdin ognað sær húsini Oman Hoydalar 28

Umvælingararbeiði er liðug. Sí skránna nær bønarmøti verður í húsinum Oman Hoydalar 28.
Minnist til ikki at parkera úti á vegnum Oman Hoydalar, men á grundstykkinum hjá Lívdini omanfyri vegin.

 

Undirvísing týskvøld í Lívdini

Eitt av endamálunum í Lívdini er læra (Matt. 28:19-20) og tí ynskja vit at bjóða nógvar og fjølbroyttar møguleikar at læra um Harran Jesus. Nú verður møguleiki at koma til undirvísing í Lívdini týskvøld.

Les meira her.

 

Skeið í Trúarverju, 21.-25. februar 2011

Fá svar uppá spurningar sum:
- Er Gud til?, Er Bíblian álítandi?
- Hví Loyvir Gud Líðing?, Hvør skrivaði evangeliini?
- Nær vóru tey skrivaði?, Er Jesu uppreisn søgulig?

Og lær um: Vísindi, Skapanina, Menning; Kristindóm vs Gudloysi, Postmodernismu, Gud og Líðing, Kjakhættir

Les meira her og her.

 

PAROLA, ein ferð í Orðinum

Tú hoyrir meir og meir um álop á bæði Skriftirnar og kristindómin sum heild. Samstundis hevur tú lítla og onga tíð í strongda gerandisdegnum at lesa, njóta og granska Orðið. Tú veitst kanska nógv meir um tín lesnað ella yrki enn um Bíbliuna. Úrslitið er, at tú ert vorðin ótrygg/ur í Orði Guds og dugir illa at virðismeta tað og luta tað við onnur.
Um tú kennir teg aftur í hesum, so er PAROLA júst nakað fyri teg!

Les meir her

Plakatin sæst her (pdf 331KB)

 

PETRA LIVE í Føroyum

29. apríl 2011 • kl. 22 • Nebo á Toftum
Kostnaður: kr. 250,-
Avmarkað nøgd!
Atgongumerki fáast til keyps á www.gjamma.com

Síggj plakatina her. (pdf 1MB)

 

Faldarin fyri februar komin

Faldarin fyri januar er komin út, og kann síggjast við at trýsta á her.

 

Takkarskriv í samband við Christmas Child

Vit vilja takka øllum tykkum, sum á ein ella annan hátt hava stuðlað tiltakinum Christmas Child í ár. Takka verið tykkum, komu tað 4.850 skógvaeskjur inn og fíggjarligi stuðulin er eisini stórur.

Les meira her. (PDF 2,3MB)

 

Tilmeldingina til kunningarritið

 

Simultaneous translation

Lívdin bjóðar nú beinleiðis umseting av talunum sunnumorgum fyri útlendingar!! Bjóðið útlendingum á møti hvønn sunnudag har týtt verður til enskt - simultaneous translation!!.

 










Sunnudagin, 27. feb.

bjóða vit tær at vera hjartaliga vælkomnan á møti í skúlanum við Løgmannabreyt.
Familju- og tilbiðjanarmøtið byrjar kl. 10:30, og lovsongur og tala kl. 12:00.

Á familjumøtinum verður kreativt familjuinnslag frá Ignite.


Á seinna møtinum, sum er kl. 12, talar Jógvan Zachariassen um "Rómbrævið 15:8-13. Heidningalovsongur".

Til ber at hoyra møtini beinleiðis á hesi leinkjuni.

Meðan seinna møtið er kl. 12, verður barnaansing, sunnudagsskúli og UngLív.

Her kanst tú síggja hvussu møtiformurin verður.

 

Mánadagin, 28. feb.

Mánadagin 28. februar kl. 20.30 savnast bólkurin Avvarðandi hjá rúsmisnýtarum heima hjá Rúnu Berghamar, Blákollugøtu 11 í Havn.

 

Týskvøldið, 1. mars

Kyknubólkar eru saman týskvøldið 1. mars.



Beinleiðis á internetinum Ung í Lívdini Bólkar

Til ber at hoyra møtini sunnudagar beinleiðis á internetinum við at trýsta á hesa leinkjuna.
Møtið sunnudagar byrjar kl. 10:30.

Tey ungu í Lívdini hava heimasíðuna ung.livdin.fo.

Undir skrá og bólkar sæst nær teir ymisku gentu- og dreingjabólkarnir samlast.