 |
|
Familjulegur á Zarepta
Um Gud vil, er ætlanin aftur í ár at hava familjulegur í Zarepta í Vatnsoyrum.
Tilmelding til familjulegurnar fer fram á www.zarepta.fo
Til ber at tekna seg frá mikudegnum 6/4 frá kl. 17.00..
|
 |
|
Faldarin fyri apríl komin
Faldarin fyri apríl er komin út, og kann síggjast við at trýsta á
her. |
 |
|
Nýtt úr Kenya frá Petur Zachariassen, mars 2011
Sum vit skrivaðu um í síðsta brævi, so høvdu vit fleiri føroyingar á vitjan í februar, og hesin mánaðurin byrjaði eisini á sama hátt. Vit høvdu vitjan av tveimum ungum føroyingum, Trúgvi Vestergaard Dam og Selma Tausen Olsen.
Les tíðindaskrivið her.
Her eru nakrar myndir frá Kenya.
|
 |
|
Fokus á ungdómin
Vikuskiftið 6. - 8. mai verður fokus settur á tey ungu - við heilt serligum ungdómsmøtum fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnudag í Badmintonhøllini í Klaksvík. Dan & Suzie Potter, vanliga nevnd DUZIE, vitja nevniliga oyggjarnar hesar dagar og tey brúka síni heilt fantastisku evnir at náa út til ungdómin, og øll sum hava við ung at gera.
Les meir her
|
 |
|
Útbúgving í leiðaramennan/counselling
Nú verður farið undir útbúgving innan leiðmennan, ið er ein leiðmennaraútbúgving á 3. stigi. Hetta er ein grundleggjandi útbúgving, sum er skipað í 3 skeið (modul), og sum byggjast kann víðari á.
Endamálið við skeiðinum er, at geva luttakarunum ástøðiliga vitan um rætta leiðmennan. Tað verður arbeitt við venjingum, sum verða gjørdar
saman við einum ella fleiri av hinum luttakarunum. Luttakarin má verða sinnaður at venja ymisku leiklutirnar og sløgini av leiðmennan.
Les faldaran her (pdf 536KB)
|
 |
|
Jógvan vart doktaraheitið við Dallas Theological Seminary
Hósdagin 10. februar vardi Jógvan Zachariassen doktararitgerð sína við Dallas Theological Seminary í USA.
Ritgerðin ber heitið: "Theology of Music". Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og trúarlív í síni egnu mentan.
Vegleiðarar hjá Jógvani vóru Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir.
Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum, verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum.
Vit ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við avrikinum.
|
 |
|
Undirvísing týskvøld í Lívdini
Eitt av endamálunum í Lívdini er læra (Matt. 28:19-20) og tí ynskja vit at bjóða nógvar og fjølbroyttar møguleikar at læra um Harran Jesus. Nú verður møguleiki at koma til undirvísing í Lívdini týskvøld.
Les meira her.
|
 |
|
PAROLA, ein ferð í Orðinum
Tú hoyrir meir og meir um álop á bæði Skriftirnar og kristindómin sum heild. Samstundis hevur tú lítla og onga tíð í strongda gerandisdegnum at lesa, njóta og granska Orðið. Tú veitst kanska nógv meir um tín lesnað ella yrki enn um Bíbliuna. Úrslitið er, at tú ert vorðin ótrygg/ur í Orði Guds og dugir illa at virðismeta tað og luta tað við onnur.
Um tú kennir teg aftur í hesum, so er PAROLA júst nakað fyri teg!
Les meir her
Plakatin sæst her (pdf 331KB)
|
 |
|
Tilmeldingina til kunningarritið
|
 |
|
Simultaneous translation
Lívdin bjóðar nú beinleiðis umseting av talunum sunnumorgum fyri útlendingar!! Bjóðið útlendingum á møti hvønn sunnudag har týtt verður til enskt - simultaneous translation!!.
|
|
|
Týskvøldið, 12. apríl
Kyknubólkar eru saman týskvøldið 12. apríl.
Eingin bíbliuskúli verður meðan kyknubólkar eru, men húsið oman Hoydalar 28 verður opið til eina bønarløtu frá kl. 20.30 til 22
Ungdómsmøti
Viðvíkjandi ungdómsmøtinum, sí nýggju heimasíðuna hjá teimum ungu http://ignite.livdin.fo.
Sunnudagin, 17. apríl
bjóða vit tær at vera hjartaliga vælkomnan á møti í skúlanum við Løgmannabreyt.
Familju- og tilbiðjanarmøtið byrjar kl. 10:30, og lovsongur og tala kl. 12:00.
Á seinna møtinum, sum er kl. 12, tala Jógvan Zachariassen og Poul Guttesen um "Passiónin fyri ríki Guds - pálmasunnudag"".


Til ber at hoyra møtini beinleiðis á hesi
leinkjuni.
Meðan seinna møtið er kl. 12, verður barnaansing, sunnudagsskúli og UngLív.
Her kanst tú síggja hvussu møtiformurin verður.
|